Main

Um áhugi er, verður Nitrox og Advanced Nitrox skeið aftur til várs

Plakat - Boat tours






---> Myndir
Frásøgn frá Nitrox skeiðnum 10 - 11. september 2005


Seinasta vikuskifti skipaði sp/f VANIR fyri Nitrox skeiði í Havn.
12 luttakarar vóru við á skeiðnum, sum byrjaði við teori fríggjakvøldið.



Leygarmorgunin gekk leiðin oman í Vágsbotn, har 24 luftfløskur skulu Oxygen analyserast. Har bleiv dúgliga analyserað og roknað, síðan blivu fløskurnar merktar við Mix %, PPo2 trýsti og max dýpi. Tað gekk væl, tí menn høvdu fylgt væl við, sjálvt um teoriin ikki var liðug fyrr enn á midnátt!

Um 10 tíðina varð lagt frá landi við "Vanir" og "Fliðjuni" upp á sleip.
Veðrið sá ikki út til at halda sær, so tingast bleiv um, hvar frægast var at kava.

Inni á Hulki var veðrið hampuligt, men sýnið var vánaligt. Kavað varð niður á eitt gamalt skipsvrak. Seinna kavið var gjørt á "Ólavi Gregersen".
Við Flesjarnar var sjask veður, men sýnið var frálíkt og kavið eydnaðist væl.

Klokkan 18 varð so aftur lagt at aftur í Vágsbotni har útgerði bleiv skolað.
Síðan gekk leiðin umborð á "Vanir" har lekkur grýturættur bleiv serveraður.

Luttakararnir søgdu seg verða vælnøgdar við Nitrox skeiði, og flestu vóru á einum máli um, at teir vóru nógv betur fyri eftir at hava gjørt 2 kav við Nitrox sammett við vanliga luft.

Instruktørur var Jan Hartvig
Instruktørur var Jan Hartvig frá NorthDiving í Ålborg.
Hann umboðar Technical Diving International og Scuba Diving International.

Skeiðluttakarar vóru:
Sámal Erik Djurhus, Skála
Poul Joensen, Fuglafjørður
Hans Marius Hansen, Leirvík
Ronny Nord Olsen, Fuglafjørður
Jákup Andrias Hentze, Toftir
Jonsvein Berg, Tórshavn
Karl Vang, Tórshavn
Ingi Sørensen, Tórshavn
Jákup Fonsdal, Vestmanna
Leivur Jarnfoss, Tórshavn
Jóan Pauli í Dali, Tórshavn
Jón í Dali, Tórshavn

Um áhugi er, verður Nitrox og Advanced Nitrox skeið aftur til várs



Færeyjaferðir
Green Gate Incoming - Your gate to the Faroe Islands
MUNIN - kortskipanir
Princess
Tilbúgvingarstovan
Bátatænastan
Skipaeftirlitið
Faroe Dive
CoastZone North Atlantic
Shipowners Club - Protection & Indemnity insurance for small & specialised vessels worldwide